Liðið hjá Paula og Pæturi vann fjórða dystin á rað

Í kvøld gjørdist talan um trivaligan sigur hjá Team Sydhavsøerne

Smáir 900 áskoðarar vóru upp á pláss, tá Pauli Mittún, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne tóku móti TIK Taastrup í Lolland Bank Arena høllini.

 

Suðuroyggjamenn vunnu í kvøld fjórða sigurin á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin endaði við trivaligum 35-26 sigri til Team Sydhavsøerne, ið var á odda 19-13 í steðginum.

 

Pauli skoraði trý mál, og Pætur skoraði tvey mál.

 

Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Suðuroyggjamenn hava tvey stig upp til oddaliðið, Midtjylland sum hevur 10 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 14 taka Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel móti Team Sydhavsøerne á heimavølli.