Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur í sínari dagligu sjónvarpstalu í kvøld, at Russland hevur ikki rokkið sínum ætlaðu málum í sínum summar-offensivi.
- Russiski herurin hevur verið fyri stórum tapum á hermótinum, leggur forsetin aftrat.
Sambært forsetanum hevur russiski herurin lagt serliga stóran dent á økini við Dobropillja har eysturi í Donetsk-regiónini.
Ukrainski verjuleiðarin, Oleksandr Syrskyj, sigur, at russiski vár-og summaroffensivurin í praktis er steðgaður, sum hann tekur til.
Tv2.no veit í kvøld at siga, at russiski herurin hevur havt stigvísa framgongd fleiristaðni á hermótinum.
- Men, hetta hevur eisini kostað russiska herinum dýrt í mistum mannalívum, verður lagt aftrat.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur sagt, at russisku herdeildirnar eru í ferð við at røkka sínum málum á hermótinum.
Men, her er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, ikki samdur. Hann sigur, at russar allatíðina koma við undanførslum um, hví russiski herurin ikki megnar at røkka sínum málum.
##med2##
Ukrainski verjuleiðarin, Oleksandr Syrskyj, sigur, at russar hava umleið 712.000 herfólk fram við 1250 kilometra langa markinum millum londini.
Hann sigur, at russar høvdu lagt ætlanir um at skipa ein verjuskansa í Sumy og Kharkiv, taka Pokrovsk og hertaka partar av Donetsk, sum russiski herurin higartil ikki hevur megnað.
- Men, eingi av hesum málum eru rokkin, leggur ukrainski verjuleiðarin aftrat.