Seinni dysturin í kvalifikatónskappingini millum FS Vágar og ÌF fer at gera av, hvør fær rættin at leika í fyrstu deild komandi ár. Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Fuglafirði leygardagin, endaði við javnleiki 2-2.
Líkindini at spæla fótbólt í Fuglafirði vóru ikki tey bestu. Tað regnaði illa, og vøllurin var sera vátur, tá byrjað varð. Og tað darvaði spælinum heilt nógv. Rættilig ferð kom ongantíð á spælið, tí menn óttaðust alla tíðina fyri at glíða. Tað kom meira enn einaferð fyri, at menn fóru skreiðandi eftir vøllinum, tá teir settu av, hóast eingin var í námind av teimum.
FS Vágar legði harðari út og var beinanveg rættiliga nær einum máli, tá innlegg úr høgru síðu kom niðar á tvørstongina og stakk út aftur á vøllin, har tó eingin var at taka ímóti.
ÍF kom, sum fráleið, meira við og hevði eisini onkrar næskar royndir.
Men sum heild gekk spælið mest aftur og fram úti á vøllinum. Tóktist stundum heldur óskipað, sum eyðsýnt var orsakað av váta vøllinum.
Tó vóru vágamenninir væl á veg aftur í gamla lagið við rópum og kjaftasliti, sum tó varð sett hart og kontant upp á pláss av dómaranum, Niklasi á Líðarenda.
Bara fáir minuttir vóru leiktir, tá FS maður í álopi varð rættiliga klossut stegðaur av ÍF leikara. Dómarin dømdi fríspark til FS Vágar, sum eisini rætt var. Men kortini hevði vágamaðurin hug at krevja meira av dómaranum. Hann vildi ivaleyst hava kort til fuglfirðingin. Men dómarin var avgjørdur og gav honum greið boð um, at her ráddi dómarin, og hann vildi yvirhøvur ikki hoyra nakað um, hvat hann skuldi døma. Seinni í dystinum fekk annar vágamaður átalu fyri at banna á vøllinum.
Tað var ÍF, sum fekk fyrsta málið í dystinum. Eitt brotsspark í 35 minutti, sum Bárður á Lakjuni uttan trupulleikar setti í netið.
Beint fyri hálvleikssteðgin gekk skjótt. Í næstseinasta minutti var FS í álopi. Bólturin var sendur burtur aftur frá ÍF málinum og endað hjá Eyðfinni Fjalsbak, sum frá umleið 30 metra fjarstøðu langaði til, og bóltinurin brast í netið. Hann rakti bóltin púra reint og helt honum væl niðri. Eitt frálíkt skot, sum leiddi hugin aftur til hollendingarnar í sjeytiárunum.
Bara ein minutt seinni hevði ÌF hornaspark í hinum endanum. Vágamenninir megnaðu ikki at fáa bóltin burtur, og hann endaði hjá tí púra ódekkaða Bárði á Lakjuni, sum við einum frálíkum fluktara dundraði hann í FS málið. Fínt mál.
Tað gingu bara fýra minuttir av seinna hálvleiki, til Eyðfinn Fjalsbak tóktist halda, at hann skuldi ikki standa aftan fyri Bárð í máltali. So tá FS fekk fríspark nakað uttan fyri brotsteigin, gjørdi hann av bara at seta bóltin beinleiðis í málið. Nakað soleiðis sá tað út hjá áskoðarunum, sum at tað tað einki hevði upp á seg.
Fleiri mál komi ikki, hóast møguleikarnir sanniliga vóru til staðar báðar vegir. Tvær ferðir kíndi bólturin - at kalla - einum tómum vágamáli,. Men fór framvið. Og móti endanum høvdu vágamenninir allar møguleikar, sum yvirhøvur fáast, at avgera dystin. Men teir fingu ikki bóltin í mál hóast øgiligt trýst á ÌF málið. Hornaspørk og skot upp á mál mestsum stóðu í kø móti dystarloki, men einki bar til. Fuglfirðingarnir bardust sum óðir og bjargaðu fleiri ferðir á strikuni. Men inn fór bólturin ikki.
Komu ikki fleiri mál, komu hinvegin kort. Eitt gult til ÍF í seinasta minutti og trý til FS Vágar, sum hevði fingið eitt í fyrra hálvleiki.
Gula kortið, sum ÍF liðskiparin fekk í seinasta minutti av dystinum var satt at siga rættiliga býtt og óneyðugt. Fuglfirðingarnir vóru ónøgdir við dómin og hildu ikki, at talan var um brot, sum átti at geva kort. Men her var dómarin ósamdur, og tað er hóast alt hann, sum tekur avgerðirnar.
Ein langur bóltur varð sendur fram í høgru síðu, og ein verjuleikari hjá FS Vágum metti, at hann kundi verja fyri, at ÍF álopsmaðurin fekk bóltin. Fuglfirðingurin, sum var tann aftari, tveitti seg á váta vøllinum fyri at røkka bóltinum, men fekk bara beinini undan vágamanninum, og bólturin fór út til málspark. Eitt rættiliga býtt kort at fáa, tá farið er undir yvirtíðina.
Javnleikurin mundi koma betri við hjá FS Vágum, enn hjá ÍF, sum nú skal royna at avgera lagnuna á útivølli. Ikki tí, uggðau fuglfirðingar seg við eftir dystin. ÌF hevur roynst sera væl á útivølli í landskappingini í summar, so hvør veit?