Tað eru ikki so nógv skot eftir í byrsuni hjá Tjaldri, sum sunnudagin tekur ímóti Stjørnuni í ítróttarhøllini í Runavík og skal reisa seg aftur eftir stórtapið fyri Neistanum fyri viku síðani. Undan dystinum er Tjaldur tvey stig aftan fyri bæði Neistan og Stjørnuna, og tá vikuskiftið er farið aftur um bak, hevur Neistin ein dyst eftir, Stjørnan tríggjar og Tjaldur tveir.
Sostatt er sigur eitt krav hjá Tjaldri, skal liðið røkka í FM-finaluna í Sunset-kappingini triðja árið á rað. Stjørnan hevur tá eftir at spæla úti ímóti VÍF og heima ímóti StÍF, umframt úti ímóti Neistanum, ið kann gerast enn ein sera avgerandi dystur. Tjaldur skal á útivølli møta VB og at enda á heimavølli StÍF.
Neistin spælir longu í morgin á útivølli ímóti StÍF, og til tann dystin má Neistin sigast at vera favorittur, so støðan í oddanum neyvan viknar stórvegis. Triði dysturin er sunnudagin í høllini á Hálsi í Havn, har Kyndil tekur ímóti Neistanum.
Atlantic Airways-kappingin hjá monnum hevur frí um vikuskiftið, tí manslandsliðið er í Írlandi og spælir.