Tað er ikki greitt, hvør verður nýggja landsstýrisfólkið hjá Javnaðarflokkinum, heldur ikki um tað verður ein úr tingmanningini ella ein persónur uttanfyri.
Flestu gitingarnar hava verið, at tað verður eitt tingfólkunum.
Tað var tann 24. oktober, at Ingilín Didriksen Strøm legði frá sær sum landsstýriskvinna. Andstøðuflokkarnir løgdu fram misálitisuppskot á hana, eftir atfinningarnar um tað, sum hon hevði sagt um langtíðarhaldføri hjá Bústøðum.
Landsstýrismálanevndini gjørdi av at seta ein kanningarstjóra. Men tá tvey samgongufólk, Erling Eidesgaard og Liljan Weihe, úr Tjóðveldinum boðaðu frá, at tey fóru at atkvøða saman við andstøðuni um at koyra hana frá, boðaði Ingilín Didriksen Strøm frá, at hon legði frá sær.
Tað hevði so aftur við sær, at hon tók aftur við tingsessinum, og at síðsti varamaðurin hjá Javnaðarflokkurin, Kim Djurhuus, sum varð nummar 13 á listanum, samstundis misti tingsessin.
Verður tað ein úr tingmanningini, sum tekur við, so kemur Kim Durhuus aftur á ting.