Báðir partar mundu iðra seg

Verjuspælið og styrkin í luftrúminum hevur verið eitt av vørumerkjunum hjá HB seinnu árini, men fríggjadagin kostaði hetta sigurin, og kendu vágbingar sína vitjunartíð fóru teir suður aftur við øllum trimum stigunum

Talan var um tvey av liðunum, sum eru frammaliga í jagstranini eftir B36, sum hittust í Gundadali dýra biðjudag.

HB liðið, sum er so at siga fullkomuliga umskipað í mun til undanfarna kappingarár, hevur fingið eina rættuliga góða byrjan (onkur vildi kanska sagt óvæntað góða), har teir bert hava mist stig í javnleikinum móti NSÍ.

VB meira enn hálvsnávaði á heimavølli móti B71, men annars hevur gingið væl hjá teimum. Í mun til í fjør, hevur talan so at siga ikki verið um nakra frágongd hjá vágbingunum, meðan teir hinvegin hava fingið styrk úr bæði Póllandi og Jugoslavia, so vónir teirra til inniverandi landskapping eru rættuliga góðar.

Harumframt hava vágbingar ofta havt eitt sera gott tak á júst HB, so tað mundi vera við trimum stigum fyri eygað, at teir løgdu leiðina til Havnar.

HB mundi hinvegin eisini hava sigurin í huganum, tá teir gjørdu seg til reiðar at taka ímóti vágbingunum. Sum sagt, so hava teir, hóast stórar broytingar, havt góð úrslit higartil í ár, og einki er at taka seg aftur í, at teir ikki so fegnir vildu lata gloppið upp til grannarnar í ein landsynning gerast ov stórt.


Vandamikil mótálop

Sostatt áttu at verið góð líkindi fyri einum undirhaldandi dysti, har bæði liðini skuldu spæla framrættaðan fótbólt.

Fyrstu løtuna av dystinum løgdu liðini tó nakað varliga fyri. Tað var kanska eisini soleiðis, at leikararnir fyrst ætlaðu at kanna eftir, hvussu sterk mótstøðan var.

Serliga sá út til, at gestirnir vóru varnir, og fyrstu løtuna leiktu teir at kalla 5-3-2. Skjótt gjørdist tó greitt, at tá vágbingar høvdu bóltin, vóru teir skjótir at umstilla seg, tá teir við kvikum mótálopum royndu at spæla HB verjuna tunna. Serliga sá út til, at HB liðið var veikt í vinstra verjuborði, tá gestirnir kontraðu, og tað var eisini júst her, at upptaktin til leiðslumálið hjá kom.

VB vann bóltin á miðjum vølli, og eftir skjótt samanspæl á miðjuni, varð bólturin sendur út til Palla Augustinussen. Hann sendi ein góðan bólt innfyri, har Robert Cieslewicz skallaði bóltin yvirum til leikandi venjaran, Krzystof Popzynzki, sum tó bert fekk eitt hornaspark burtur úr góða møguleikanum. Hornasparkið skuldi tó vísa seg at gerast vandamikið, tí tá bólturin varð sendir høgt til handara stólpa, kom Jón Pauli Olsen rennandi við fullari ferð, og kundi hann við høvdinum seta bóltin í netið.

HB verjan tóktist ógvuliga passiv í hesi støðu, tí satt at siga var ikki líkt til, at nakar leikari hevði givið sær far um Jón Paula, hóast teir áttu at vita, at hann telist millum vandamestu leikararnar í landinum.

Málið gav VB uppaftur betri fortreytir at dúva upp á kviku mótálopini, men ofta gekk rættuliga torført við at fáa hesi í lag. Ein orsøk til hetta var, at vágbingarnir tóktust vera rættuliga ótryggir í verjupartinum, har teir fleiri ferðir nølaðu alt ov nógv við at fáa bóltin burtur.

Eftir einum korterið, var hetta eisini um at kosta, tá HB vann bóltin í VB-uppspæli. Andrew varð sendur avstað, men púra leysur við málverjanum megnaði hann ikki at skora.

Tíggju minuttir seinni var vandi aftur á ferð. Verjuleikari hjá VB heilkiksaði, tá bólturin skuldi beinast burtur. Bólturin rullaði ístaðin til Andrew, sum legði bóltin upp á tvørs til vágbingin í HB, Rúna Nolsøe. Staddur nakað í høgru á brotsteigarmarkinum, sendi hann eitt hart og flatt skot móti handara stólpa, sum Bjarni í VB-málinum ongann møguleika hevði at verja fyri.

Eftir at teir soleiðis vóru komnir upp á javnt, fekk HB rættuliga takið á dystinum. Seinastu 20 minuttirnar av fyrra hálvleiki var bólturin so at siga alla tíðina á VB hálvuni.

Mál komu tó eingi, men fleiri ferð stóð rættuliga nógv á. VB verjan tóktist yvirhøvur rættuliga óskipað fyrra hálvleikin, og eitt nú hevði Bárður Mortansson tvær vandamiklar royndir, tá hann púra leysur slapp at seta høvdið á bóltin, men báðu ferðirnar fekk Bjarni vart fyri.


Aftur ein deyðbóltur

Liðini vóru ikki meira enn komin á vøllin til seinna umfarið, so lá bólturin aftur í málinum, og aftur hesu ferð var atvoldin til málið ein deyðboltsstøða. Einar 20 metrar inni á HB hálvuni varð fríspark sent innfyri úr høgru, og við handara stólpa stóð VB venjarain púrasta leysur, soleiðis at kundi temja bóltin, áðrenn hann varð sparkaður í HB málið.

Undanfarin ár hevur tað annars verið soleiðis, at júst høgir bóltar hava verið styrkin hjá HB verjuni, men onkursvegna tykist hetta vera broytt. Ikki tí, bæði Hans, Florin og Jóhannis eru leikarar, sum eru rættuliga sterkir í luftini, og harumframt verður Símun Eliasen vanliga tikin aftur at verja í frís- og hornasparksstøðum..

Kortini var tað júst við deyðbóltum og sendingum innfyri, at vágbingarnir høvdu vandamestu royndirnar, og einar tríggjar ferðir var um reppið at teir soleiðis øktu um leiðsluna.

Størsta møguleikan mundi Milan Kuljic hava, men hann gjørdist akkurát ov stuttur, tá Krzystof slapp at senda innfyri úr vinstru.

Tað at VB ikki megnaði at skora uppá hesar møguleikar kostaði í seinasta enda sigurin, tí tá einir fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, fekk HB aftur skotið seg upp á javnt. Málið kom eftir at bólturin varð sendir innfyri úr høgru síðu. Bjarni kom út eftir innlegginum, men beint áðrenn hann skuldi lofta, stakk Andrew beinið fram, soleiðis at hann tamdi bóltin fram við málverjanum, og hareftir kundi rulla bóltin inn í tóma málið.

HB hevði tá í einar 20 minuttir roynt at trýst VB verjuna, og orsøkin til hetta tóktist vera eyðsýnd. Um miðjan seinna hálvleik noyddist Tórður Holm nevnliga at fara av vøllinum, eftir at hann hevði fingið ein snudd í beinið. Hetta viðførdi, at sambandið millum miðvøll og álop so at siga hvarv hjá vágbingum, og hóast VB leikararnir royndu seg við langum bóltum til álopsleikararnar, so hvarv broddurin av kontraspælinum.

HB royndir eisini útjavnandi málið at trýsta VB liðið, men hóast teir høvdu einstakar góðar møguleikar, so var tað um reppið, at Robert avgjørdi alt til fyrimuns fyri gestirnar. Eitt langt útspark frá Bjarna endaði við, at pólverjin gjørdist púra leysur, men Bárður Johannesen fekk tó vart fyri, tá bólturin skuldi prikast fram við honum.


Mugu arbeiða við verjupartinum

Sostatt gjørdist javnleikur úrslitið, og samanumtikið var hetta kanska ikki av eini leið. HB var helst liðið, sum hevði bóltin meira, men høvdu vágbingarnir kent sína vitjunartíð, kundu teir uttan stórvegis hóvasták avgjørt dystin til egnan fyrimun. Einki er tó at taka seg aftur í, at tað mundi vera grannarnir hjá HB, B36, sum vóru fegnastir um úrslitið, tí við javnleikinum mistu tveir av kappingarneytunum stig, sum kunnu vísa seg at verða týdningarmikil.

Vágbingar fingu tó enn einaferð prógvað, at teir helst ikki verða lættir at syfta hjá nøkrum av hinum liðunum í bestu deildini. Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt fyri seg, og serliga megnaði Jón Pauli væl at skapa yvirtal, tá hann kom fram við í vinstru. Harumframt tóktist tað tíðir at rigga rættulga væl, tá Janus Kjærbo kom niðan móti miðjuni, tá VB fór í álop, soleiðis at Tórður gjørdist meira frígjørdur í álopssælinum. Skal liðið gera sær vónir um eitt pláss í oddinum, er tó neyðugt, at verjuspælið verður betri skipað. Ikki minst er neyðugt, at bóltførleikin hjá verjuleikarunum skal betrast, soleiðis at uppspælið til mótálopini gerst neyvari og skjótari.

HB liðið vísti, eins og teir hava gjørt í undanfarnu dystunum, at ungu leikararnir avgjørt eru gjørdir úr tilfarið, sum til ber at byggja framtíðina á. Sum omanfyri nevnt, so tóktist tað tó undrunarvert, at teir í verjupartinum vóru so veikir mótvegis deyðbóltsstøðum og innleggum, tí hetta hevur jú verið stóra styrkin hjá teimum seinnu árini.

Tað mundi tó kennast sum dyggur smeitur, tá Janus Joensen miðskeiðis í seinna hálvleiki varð borin av vølli. Høvdið tók fyrst, eftir at hann datt í einum nærdysti, og efitr dystin varð hann beinanvegin fluttur á sjúkrahúsið.


HB-VB 2-2 (1-1)

0-1: Jón Pauli Olsen 7.

1-1: Rúni Nolsøe 26.

1-2: Krzystof Popzynzki 50.

2-2: Andrew av Fløtum 85.


Dómari: Birgir Sondum


HB:

Bárður Johannesen - Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen - Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl - Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


VB:

Bjarni Johansen - Janus Kjærbo, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen - Predrag Zivkovic, Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kuljic, Jón Pauli Olsen - Krzystof Popzynzki, Robert Cieslewicz