Fyri fyrstu ferð er bók skrivað um eitt løgtingsval. Í nýggjari bók viðgera seytjan høvundar løgtingsvalið 2011. Valið og Valdið kemur út 3. desember.
Mangan doyr kjakið um løgtingsvalið skjótt eftir, at úrslitið er greitt. Hetta vilja stigtakararnir til nýggju bókina, Stefan í Skorini og Høgni Reistrup, broyta. Í seytjan tíðargreinum fáa
lesararnir innlit í teir tættir, sum myndaðu valstríðið og høvdu týdning fyri úrslitið.
Í bókini fara seytjan viðmerkjarar og serfrøðingar aftur um valúrslitið og greina sjálvt valið. Høvundarnir viðgera millum annað, hví høvuðsstaðurin tapti, hví fullveldisstríðið tykist vera av, hví annar hvør løgtingslimur bleiv útskiftur, hví fiskivinnan hevði stóran týdning fyri úrslitið og hví vallyftini vóru gloymd aftan á valnáttina
Greinirnar fevna víða og snúgva seg m.a. um búskap, fiskivinnu, sosialmál, mentan, valskipanina, valstríð á netinum, útjaðaran og sjálvt valúrslitið.
Við í bókini er eisini eitt myndasavn, ið lýsir valstríðið, frá tí at løgmaður skrivaði út val, inntil valúrslitið var greitt.
Forlagið Sprotin gevur út.
Høvundarnir í bókini eru hesir:
Jóannes Hansen
Hans Andrias Sølvará
Hallbera Fríða West
Beinta í Jákupsstovu
Jóannes Jacobsen
Róar Akralíð
Stefan í Skorini
Jens Christian Svabo Justinussen
Petur Zachariassen
Dennis Holm
Heri Petersen
Signar Heinesen
Høgni Reistrup
Sissal Kjartansdóttir Kristiansen
Rógvi Absalonsen
Inger Smærup Sørensen
Gunnar Hoydal