Bárður partur av venjaratoyminum hjá Marienlyst

Bárður Bendix Mikkelsen skal saman við Marie Hesselbjerg og Kaj Jeppesen venja Marienlyst í bestu donsku flogbóltsdeildini

 

 

 

Farna kappingarár var Bárður Bendix Mikkelsen ein av hjálparvenjarunum hjá danska liðnum Marienlyst, ið vann steypakappingina í mansflogbólti, men endaði á einum skuffandi fjórða plássi í bestu donsku flogbóltsdeildini. Talan er um fyrstu ferð síðani 2007, at Marienlyst ikki er millum trý tey bestu liðini í donskum mansflogbólti.

 

Komandi kappingarár verður tað ein venjaratrio, ið kemur at taka sær av besta mansliðnum hjá Marienlyst. Bárður Bendix Mikkelsen skal saman við Kaj Jeppesen og Marie Hesselbjerg standa fyri venjingunum.

 

Ítróttarliga ábyrgdin kemur at liggja hjá Kaj Jeppesen sum undir dystunum kemur at verða høvuðsvenjari. 

 

Bárður Bendix Mikkelsen kemur at seta fokus á tann analytiska og taktiska partin av spælinum. 

 

Marie Hesselbjerg skal standa fyri menningarpartinum við serligum atliti til teir yngru spælararnar, og í samband við tær teknisku venjingarnar.