Tunnusláttur
Á føstulávint plagar danska verjuskipið, sum er undir Føroyum, at hava eitt serligt føstulávintstiltak fyri børnunum á Tvøroyri
Og í ár verður onki undantak.
Í ár er tað Vædderen, sum er undir Føroym og hetta vikuskiftið fer hann at liggja á Tvøroyri.
Og sunnudagin klokkan 14 fara børnini á Tvøroyri umborð at sláa tunnu og aftaná fáa tey kakao og bollar.
Somueleiðis fer manningin at vísa fólki runt á skipinum.
Tvøroyri og danska verjuskipið hava eitt heilt serligt samband og kunningarstovan á Tvøroyri upplýsir, at seinastu 50 árini er tað bara einaferð, at danska verjuskipið undir Føroyum ikki hevur ligið á Tvøroyri á føstulávint.