Tað er heilt ringt lagt í B36 leguni. Tað sást, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í góðu fótbóltslíkindunum í Gundadali.
Tað vóru ikki so ógvuliga nógvir B36 fjepparar í B36 húsinum, hóast árstalsfelagið bjóðaði ókeypis atgongd. Og tá ið síðsta bríksl hoyrdist, var tað skjótt, at tey, sum ikki longu høvdu smoygt sær avstað, takkaðu fyri seg.
3-3 í Gundadali ímóti ÍF, sum undan havnarferðini einki stig hevði vunnið, var øgiligt vónbrot. Og tað er steinur omaná byrðu hjá Dan Brimsvík og hansara monnum, sum síðstu tíðina hava tapt í Runavík spælt javnt á heimavølli ímóti 07 Vestur, og sum fyri stórari viku síðani taptu 4-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Hóast ÍF eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri 3-1, so fegnaðust fuglfirðingar eftir dystarlok um 3-3 og fyrsta stigið í ársins landskapping.
Tríggjar minuttir eftir steðgin javnaði B36 til 3-3. Tað var Marius Kryger Lindh, sum setti bóltin í málið. At B36 hevði vent 1-3 til 3-3 bar við sær, at tað lá í luftini, at tað fór at eydnast B36 at vinna øll stigini. B36 hevði bóltin meiri, og tað vóru onkrar spentar støður í ÍF brotsteiginum, men tað eydnaðist ikki at skjóta mál.
Jákup Martin Joensen hevur av álvara kveikt lív í fuglfirðingar. Í kvøld var Kasper Sommerstedt í fremstu røð, har hann var undir liðini á Jhon Mena, og tað var ikki hissini avrik, sum danski spælarin vísti. 22 ára gamli Kasper var fyrr í ár leikbannaður eftir beinleiðis reytt kort á útivølli ímóti EB/Streymi.
Men í kvøld var hann framúr í álopinum. Hann legði beinanvegin ÍF á odda, og hóast Vilmer J. Rønnberg lítla løtu seinni javnaði til 1-1, so var tað Sommerstedt, sum í fyrra hálvleiki átti sjovið.
Tá ið stórir tíggju minuttir vóru farnir, legði hann ÍF á odda 2-1, og eftir smáar 35 minuttir átti hann uppleggið, tá ið Jhon Mena økti um munin til 3-1 til ÍF.
Í síðstu løtu undan steðginum minkaði Bjarki C. Nielsen um munin til 3-2.
Tað endaði 3-3, og fyri Jákup Martin Joensen og hansara menn var talan um fínt avrik og úrslit. Tað undirstrikar eisini, at ÍF ikki eigur at vera avskrivað í bestu deildini, og tað letur upp fyri størri kapping um at sleppa undan niðurflytingini.