Í kvøld klokkan 19 verður dystur í Meistaradeildini hjá monnum leiktur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Talan er um framskundaða grannauppgerð í 18. umfari millum B36 og AB.
R1 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tá liðini hittust inni í Vika á Argjum 26. apríl vann B36 4-1 á AB.
B36 er nummar trý í deildini við 27 stigum. AB er nummar seks við 20 stigum.
Í teimum undanfarnu fimm umførunum hevur B36 bert megnað at vunnið tvey stig, meðan AB hevur vunnið heili níggju stig.
Hóast hesa ójøvnu gongdina hjá B36 og AB í teimum seinastu fimm umførunum, so hevur B36 eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 1,48 og 1,55.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,28 og 4,33.
Oddsini upp á útisigur til AB liggja millum 4,99 og 5,54.
HER eru oddsini:
##med2##












