Tað var ongin ivi. B36 var omaná og fótbólturin var spennandi. Gilli Sørensen og Adeshina Lawal vóru nýggir á liðnum og teir sprutlaðu av fótbóltsgleði. Sama gjørdi ein endurføddur Lukasz Cieslewicz og á miðvøllinum spældu Súni Olsen og Róaldur Jakobsen í landsliðsflokki. Í miðverjuni stóð ungi Hørður Askham royndina, meðan Martin Pedersen vísti tær dygdirnar, sum í sínari tíð steðgaðu Cristiano Ronaldo.
Liðið hjá HB hevði ilt við at fóta sær á vøllinum. Verjan fekk ikki møguleika at spæla bóltin upp og hvør feilavlevering var revsað. Á miðjuni vóru Fróði Benjaminsen og Bárður Olsen við undirlutan, meðan Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen, blivu væl ansaðir á vengrunum. HB fekk eitt stig, men tað var ikki uppiborið. Spælið var uttan hugflog og veikleikar vóru at hóma hjá FM favorittunum.
Í dag er støðan ein onnur. B36 hevur mist flogið, meðan HB er flúgvandi. Nógvir skaðar og óstøðug avrik hava sent B36 heilt niður á sjeynda pláss, meðan HB hevur trumlað alla mótstøðu niður og liggur á við heili sjey stigum.
Skjóta og spennandi álopsspælið hjá B36 er avloyst av tilfeldigum sendingum og einum álopi uttan bit. Í HB hevur miðvøllurin við Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen bart alla mótstøðu niður, meðan Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen og Andrew av Fløtum hava borðreitt við flótandi álopsspælið.
Í verjupartinum hjá B36 hevur verið tætt, men 4-1 ósigurin fyri EB/Streym hevur hálað ein skugga yvir annars góður avrikini í verjupartinum. 11 mál ígjøgnum í níggju dystum er ikki so galið, men tað hjálpur lítið, tá mótstøðuliðið, HB, bara hevur latið fimm mál ígjøgnum fyri eins nógvar dystir.
Eftir øllum brøgdum vinnur HB grannauppgerðina móti B36, men tá talan er um fótbólt, so telja tøl og ábendingar einki, tá talan er um arvafígginda og grannauppgerð. Men skal tað framvegis verða spenningur í Effo-deildini, er tað tídningarmikið at B36 í misnta lagið fær stig.
- - -
Dystirnir í dystinum:
Høgni Eysturoy, B36 - Símun Samuelsen, HB
Verður Høgni Eysturoy á høgra bakki hjá B36, so verður tað hansara uppgáva at steðga einum vælspælandi Símuni Samuelsen. Tá HB finnur útav at spæla Símun í tómøkið aftanfyri verjuna og vágbingurin hevur ein góðan dag, er tað ringt hjá øllum liðnum í Føroyum at steðga honum.
Hinvegin so ber tað til. Ein møguleiki er at steðga avleveringini í uppspælinum. Hin møguleikin er at høgri bakkurin, við góðari hjálp frá miðvallaranum í høgri og miðverjuni, vinnur tvídystin móti Símuni.
Hetta kann blíva ein avgerandi dystur í dystinum.
Súni Olsen og Róaldur Jakobsen, B36
- Heini Vatnsdal og Fróði Benjaminsen, HB
Slagið um miðjuna verður avgerandi. Hjá báðum liðnum er talan um ein royndan landsliðsspælara og ein fyrrverandi U21 landsliðsspælara. Súni Olsen og Fróði Benjaminsen hava spælt yvir hundrað landsdystir samanlagt, meðan bæði Róaldur Jakobsen og Heini Vatnsdal hava spælt fast á U21 landsliðnum. Meðan miðvøllurin hjá HB er kropsliga sterkur, so er eginleikarnir við bólti fleiri á miðvøllinum hjá B36.
Tí kann tað blíva avgerandi fyri slagið á miðvøllinum hvat tað verður fyri dystur. Verður tað ein harður dystur við nógvum nærdystum, so er sannlíkt at miðvøllurin hjá HB vinnur slagið, men verður tað hinvegin skjótt spæl, so hevur B36 bestu kortini á hondini.
Lukasz Cieslewicz, B36 - Jóhan T. Davidsen, HB
Tað er framvegis óvist um Lukasz verður tøkur til dystin. Verður hann tað, so verður tað helst upp til Jóhan Troest Davidsen at steðga honum. Tað eydnaðist ikki seinast liðini spældu, men skaðar hava darvað kappingarárinum.
Lukasz Cieslewicz var lykilin til goða spælið í fyrru uppgerðini millum liðini. Spurningurin er um Jóhan T. Davidsen hevur lúrt hann av til dystin mánkvøldið.
- - -
Sosialurin tippar: B36 - HB 1-2
Talan verður um javnan og helst málfátækan dyst. Báðar verjurnar eru stinnar og hava latið fægst og næstfægst mál inn í hesum kappingarárinum.
Símun Samuelsen tykist verða í stórform, meðan Lukasz Cieslewicz ikki sleppur av við skaðan. Heini Vatnsdal var ikki við í fyrru uppgerðini, men er tøkur hesaferð og Jóhan Troest Davidsen nærkast helst eisini landsliðnum í hvørjum. Tí tippar Sosialurin 2-1 til HB.