Tað endaði soleiðis, sum tað endaði 21. august í fjør, tá ið B36 í kvøld var í Klaksvík. Ta ferðina var støðan málleysur javnleikur, inntil tað bara restaði ein lítil løta. So skoraði B36 tvey mál og vann 2-0.
Soleiðis var tað eisini í kvøld. Inntil tað restaði ein lítil løta, var støðan málleysur javnleikur. So skoraði B36 tvey mál og vann 2-0.
Hetta var besta byrjan, sum tað hjá B36 ber til at ímynda sær. Hjá meistarunum í KÍ var hetta alt annað enn hugaligt. Í øðrum umfari skal KÍ spæla í Trongisvági.
Talan var í longum løtum um óskipað spæl og tilvildarligar støður.
Í seinna hálvleiki hevði B36 leingi betri tak á tí og fleiri støður. Síðsta korterið fingu bæði liðini betri tak á fótbóltsspælinum. Tá var KÍ um reppið at leggja seg framum, tá ið Jóannes Bjartalíð sendi bóltin í stólpan.
So var tað, at B36 setti hol á. Eftir gott álop í høgru legði Árni Frederiksberg bóltin fram í brotsteigin, har innskifti Sebastian Pingel sneiddi bóltin inn um strikuna.
KÍ royndi at spenna álopsbogan, uttan at tað eydnaðist at vinna heilt upplagda møguleikan.
Í staðin var tað B36, sum økti um munin, tá ið stórt kiks í KÍ verjuni bar við sær, at Meinhard E. Olsen úr 35 metrum lyfti bóltin í tóma málið, eftir at KÍ málverjin kendi seg noyddan at fara úr málinum.
Hetta mundi kennast sum søtur biti hjá B36, tí síðst hesi liðini hittust vann KÍ 3-0. Tað var í Gundadali leygardagin 26. oktober 2019, tá ið FM heitið stóð upp á spæl.
KÍ - B36 0-2 (0-0)
0-1:Sebastian Pingel
0-2: Meinhard E. Olsen