B36 tapti við tveimum

Møguleikin er ikki burtur, tá ið B36 um eina viku fær vitjan av FK Auda úr Lettlandi

Tað gekk ikki hjá B36, sum í kvøld royndi seg í Riga í Lettlandi, har talan var um fyrra dystin í Europa Conference League.

 

Mótstøðuliðið var FK Auda, og heimaliðið vann 2-0. Fyrra málið varð skorað í 12. minutti, og seinna málið varð skorað fimm minuttir undan leikloki.

 

Tølini siga, at heimaliðið var omaná. FK Auda hevði 18 álop, og B36 hevði fimm álop. Heimaliðið vann sjey hornaspørk, og B36 vann fýra hornaspørk.

 

B36 var ikki sannførandi í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið var greitt omaná. Fyrsta korterið eftir steðgin var B36 avrikið heilt øðrvísi. Tað vignaðist væl betur í nærdystunum, og í einstøkum førum var talan um spentar støður, uttan at tað eydnaðist at vinna upplagdar málmøguleikar.

 

Síðstu løtuna legði heimaliðið aftur meiri fyri, og tað eydnaðist at skora málið til 2-0, sum kann fara at vísa seg at fara at verða rættiliga avgerandi.

 

-Vit tordu ikki at spæla í fyrra hálvleiki, tá ið tað gekk alt ov seint fyri seg. Eftir steðgin var avrikið betri, og vit áttu ikki at givið mál, tá ið so lítil løta var eftir, sum tað var, tá ið teir skoraðu til 2-0. Møguleiki er framvegis fyri, at tað fer at eydnast á heimavølli, sigur B36 venjarin Magne Hoseth í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

 

 

FK Auda – B36 2-0 (1-0)

 

Skonto stadion í Riga í Lettlandi

 

Mikudagin 10. juli kl. 20.00

 

Europa Conference League

 

1-0: Abdulrahman Taiwo 12.

 

2-0: Abdoul Kader Traore 85.

 

Dómarakvartett úr Póllandi: Damian Kos, Bartosz Heinig, Marek Arys og Lukasz Kuzma (4. dómari)

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Rømo Lillo (Benjamin Heinesen, 68.), Vilmer J. Rönnberg, Magnus Egilsson, Fabian Østigård Ness (Rói Hansen, 79.) – Hannes Agnarsson (Marius Kryger Lindh, 59.), Mattias J. Hellisdal, Jelle Van Der Heyden (Michal Przybylski, 46.), Bjarki C. Nielsen (Zean Dalügge, 46.) – Anton Søjberg

 

Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Símun Sólheim, Gutti Dahl-Olsen, Carl Mikkelsen, Mattias Weihe Joensen, Tobias Elmelund Hansen

 

Gult kort: mer J. Rönnberg

 

Venjari: Magne Hoseth