Hetta er vikuskiftið, tá ið tað eru steypafinalur í fótbóltinum.
Fyrsta finalan var í kvøld. Hon var millum U-21 liðini hjá AB og B36.
Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst. Tá ið teir fóru at hvíla seg, hevði AB kanska havt betri tak á spælinum.
Eftir steðgin var tað B36, sum var omaná.
Eftir fimm minuttir fekk B36 hol á. Málskjútti var Emil Hansen, sum við høvdinum setti bóltin í málið eftir horna úr vinstru.
AB royndi at svara aftur, og tað vóru spentar støður frammanfyri bæði málini. Tá ið tað restaði eitt korter, økti B36 um leiðsluna til 2-0. Hesa ferð var tað eftir horna úr høgru, og nú var tað Elias Johannesen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið.
Tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, varð trivaligi 3-0 B36 sigurin staðfestur. Málskjútti var Tobias Hansen.
Í morgin vera fimm finalur:
Leygardagin 13. september
Kl. 10:00 Víkingur – B36 (U13 dreingir)
Kl. 11:30 07 Vestur – B36 (U13 gentur)
Kl. 13:00 Víkingur – B36 (U15 dreingir)
Kl. 16:00 FC Hoyvík – Skála (U16 gentur)
Kl. 19:00 B36 – Víkingur (U17 dreingir)