Góð vika hjá Martini Agnarssyni

Aarhus Fremad fekk øll stigini móti B93

Hetta hevur verið ein góð vika hjá Martini Agnarssyni. 

 

Mánakvøldið fekk hann fyrsta landsdystin frá dystarbyrjan, og hann gjørdi sigursmálskjútti, tá Føroyar í HM-undankappingardysti á útivølli vunnu 1-0 á Gibraltar.

 

Í kvøld spældi Martin allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad á útivølli leikvøllinum á Østerbro í Keypmannahavn vunnu 3-1 á B93 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað var annars B93 sum legði seg á odda í 29. minutti, men fýra minuttir seinni javnaði Magnus Kirchheiner til 1-1. Fyrsta korterið av seinna hálvleiki syrgdu Kasper Andersen og Simon Bækgaard við hvør sínum máli fyri, at Aarhus Fremad vann dystin 3-1. 

 

B93 hevði bóltin 54 prosent av tíðini, og liðini høvdu bæði seks royndir innanfyri málrammurnar, men teir hjá Aarhus Fremad vóru neyvari.

 

Aarhus Fremad er nummar seks í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Lyngby sum hevur 15 stig.

 

Í triðbestu deildini vann liðið hjá Hørði H. Askham Roskilde FC stórsigur, 4-1 (3-1) á AB á heimavølli. Heldur ikki hesaferð slapp Hørður at vera við frá dystarbyrjan.

 

Roskilde er næstfremst í deildini við 13 stigum. Thisted er fremst við 14 stigum.