Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni spældu í kvøld dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli úti á Heimaey tapti Stjarnan greitt 27-37 fyri heimaliðnum, ÍBV sum var á odda 19-15 í steðginum. Jóhannes var noteraður fyri eitt mál.
Stjarnan hevur aftaná tveir teir fyrstu dystirnar enn fyrsta stigið til góðar.
Í annaðkvøld klokkan 18 hava Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram heimadyst móti Þór Akureyri.