B68 hevur fingið tilgongd av Terja Brynjarsson, sum í fyrru hálvu hevur spælt við Undrinum í 1.deild. Orsøkin er, at Ragnar Lindholm hevur brotið eitt bein í fótinum. Tí kann hann ikki spæla komandi tíðina.
30 ára gamli Terji Brynjarsson hevur seinastu árini vart málið hjá Undrinum. Hann skal nú dystast við Róa Mørk Hentze um plássið millum stengurar hjá B68. Terji Brynjarsson hevur í trimum førum umboðað Undrið, og hevur har í millum spælt við B36 og B71.
B68 hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar í Betri deildini hjá monnum. Tað hevur gjørt, at árstalsfelagið bara er eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, eftir at hava verið sjey stig aftanfyri. Nýggjur venjari í felagnum er Jákup á Borg, sum eisini hevur heintað Hugin Samuelsen til felagið í summar.
1 | KÍ | 15 | 14 | 1 | 0 | 43 | 4 | 39 | 43 | |
2 | Víkingur | 14 | 11 | 1 | 2 | 44 | 12 | 32 | 34 | |
3 | HB | 14 | 7 | 4 | 3 | 27 | 18 | 9 | 25 | |
4 | B36 | 14 | 7 | 1 | 6 | 25 | 12 | 13 | 22 | |
5 | EB/S | 14 | 6 | 2 | 6 | 17 | 25 | -8 | 20 | |
6 | AB | 15 | 5 | 1 | 9 | 23 | 43 | -20 | 16 | |
7 | NSÍ | 15 | 5 | 0 | 10 | 21 | 39 | -18 | 15 | |
8 | 07 Vestur | 14 | 3 | 3 | 8 | 14 | 32 | -18 | 12 | |
9 | B68 | 14 | 3 | 2 | 9 | 13 | 32 | -19 | 11 | |
10 | SKÁLA | 15 | 1 | 5 | 9 | 17 | 27 | -10 | 8 |