B68 vil hava Hjalgrím

Sum skilst, so er Hjalgrím Elttør ovast á listanum hjá B68

Á Toftum fyrireika tey seg til Effo fótbólt komandi ár, eftir at felagið í ár vann 1.deild. Keldir hjá in.fo siga í kvøld, at Hjalgrím Elltør er ovast á listanum hjá B68, og at samband er millum felagið og spælaran.

 

Hjalgrím Elttør, sum í ár hevur verið liðskipari hjá KÍ, boðaði í gjár frá, at hann er sinnaður at lurta eftir tilboðum frá øðrum feløgum, men at hann fyrst og fremst tosar við KÍ.

 

Eisini Henry Heinesen, sum ein part av kappingarárinum í ár spældi á miðvøllinum hjá KÍ, er settur í samband við B68, sum ikki hevur verið nógv úti um seg.