Bangnir polittikarar

Hans David Nielsen, Sørvágur

Vit hava bæði sæð og hoyrt tað so mangan fyrr, hettar her at okkara fólkavaldu ikki tora at taka eina rætta avgerð tá trýst kemur á teir.
Nú hendan antidiskrimi­neringslógin ella hvat man nú einaferð skæl kalla tað, er so framm­ar­laga í kjak­i­n­um, so sita nógvir av okk­ara fólka­valdu og skattasúgvarum og venda høvdið burtur, alt meðan teir eru skorreyðir í fjesinum, ikki av illsinni men av ótta fyri, hvat lagnan hjá teimun verður til næsta val, og um teir fáa 4 ár meira til at súgva lummarnar hjá tí einstaka skattgjaldaranum, ella um ein uppøst kristilig samkoma fer at forkoma teim­um hesa góðu inntøku.
Nú diskrimineringslógin kom á tingborð, og ikki sýn­ist at blíva samtykt í ting­inum, munnu mong hugsa aftur á kanningina, sum ein av fjølmiðlunum gjørdi fyri ikki so langari tíð síðan, har hvør einstakur tingmaður varð spurdur, hvat hann hevði at­kvøtt, um lógin kom á ting­borð, og minnast vit øll, at lógin tá hevði kom­ið spæl­andi ígjøgnum í tinginum. Men nú álvara skal vera í, hvønn knapp trýstast skal á, stinga summir høvdið í sandin og tora ikki at standa við tað, sum teir søgdu við fjølmiðlarnar fyri kortum.
Allarhelst er sperðil komin í, tí hesir polittikkarar eru bebbaræddir fyri fólksins dómi til næsta val, eru helst hóttir av andaligum fanat­ikarum, at taka teir ikki ann­að skinn um bak ja so rík­ur ein trygg inntøka av sveitt­andi skattapengum hjá mill­um annað teimum sam­kyndu, sum jú eru líka fyri lógini, tá tað ræður um at at rinda skatt. Haldi annars at tey samkyndu burdu fing­ið ein slags frádrátt í inn­tøkuni, tí tey spara land og kommunur fyri hópin av út­reiðslum fyri millumannað barnagarðspláss, sum jú ikki hanga á trøunum í hesum døgum.
Eg dugi ikki í mínum vill­asta fantasi at síggja, hví uppskoti já Finni og Anitu er so ringt at taka undir við hjá tingfólki. Tað snýr seg jú bara um at verja ein minnilutabólk frá at vera úthongdur og niðurgjørdur av millum annað ávísum ting­­monnum. Tað skuldi ikki veri so ringt at svølgt, ting­menn eru jú sjálvir vardir av bæði einum og øðrum, so tað er ikki lukkuligt at traðka teir ov fast á tærnar. Ja, sjálvt løgregluna kunnu teir biðja ríða og reisa, um hon skuldi komið á gátt.
Tosað hevur verið nógv um at liva rætt og at liva eft­ir tí, sum várharra vil hava okkum at gera og ikki gera, og ofta hevur Bíblian verið brúkt at duka fólk í høvdið við, tá tey av eini ella aðrari orsøk ikki passa inn í tað samfelag, sum ávísir andaligir bólkar halda seg hava fingið sum gávu frá skap­aranum.
Eg haldi, at hesi, sum eru kristin, skuldu heldur apað seg meir eftir høvuspersóninum í Bíbliuni, tí hann var ikki nakað haturfult ella dømandi menniskja, tá hann gekk her á foldum fyri góðum 2000 árum síðani. Hann tók øll fólk til sín, óansæð um tey vóru samkynd, drankarar ella skøkjur fyri tann sak skuld. Øll skuldu hava loyvi at liva, og øll vóru vælkomin at fylgj­ast við honum, har var ikki gjørdur mannamunur á nøkrum.
Til seinast fari eg inniliga at heita á tey, sum velja hes­ar bangnu og følsku pro­fetar inn á ting, um at hugsa seg væl um til næsta val, og held­ur velja menn og kvinnur inn á ting, sum tora at standa við tað, sum tey siga uttan fyri tingsins gátt, og ikki velja vattnissur sum bara hugsa un atkvøður og ta feitu lønina, sum tey heysta hvønn mán­að.