Bannað at fiska síl í Hoyvíkstjørn

Tað er ikki loyvt at fiska í Hoyvíkstjørn.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna, sum hevur fingið fráboðanir um, at sílini verða fiskaði í Hoyvíkstjørn.

 

– Tað er tó bannað at fiska síl í tjørnini, og tí verða nú skelti sett upp, ið greitt boða frá, at fisking er bannað, skrivar kommunan.