Barometrið er byrjað aftur

Barometrið, væl umtókta sendingin hjá Útvarpi Føroya, byrjaði aftur týsdagin 1. juni. Eins og undanfarin ár verður talan um lættar og undirhaldandi sendingar

Ein kanning, sum bleiv gjørd í fjør, vísti, at Barometrið hevur flest lurtarar aftaná tíðindi hja Útvarpi Føroya.

Eins og undanfarin ár verður talan um lættar og undirhaldandi sendingar. Á skránni verða firmakappingar og aðrar spurnarkappingar. Sum nakað nýtt verður nú eisini ringt til ávísar kendar persónar, sum lurtararnir sjálvir skulu tosa við og finna út av hvør hann ella hon er.

Vertirnir á Barometrinum eru: Rúni Jákupsson og Bjarni Mohr, og reportarar eru: Kári Sólstein og Heri Jacobsen.

Barometrið verður sent týsdag til fríggjadag frá kl. 15-17. Sent verður til fyrstu vikuna í september.