Hetta hevur verið ein vika í Nes kommunu, sum hevur rúmað einari rúgvu av tiltøkum. Hetta er vikan, tá Nes kommuna skipar fyri tiltakinum, Várdagar, har nógv ymiskt og áhugavert hevur verið á skránni.
Seinasta leygardag var stórur ruddingardagur í kommununi, sum byrjaði við morgunmati í forhøllini í Tofta skúla, og tá ruddingin var liðug, savnaðust fleiri enn 500 fólk á havnalagnum til hugnaløtu.
- Jú, várdagar er samanlagt eitt stórt tiltak, har ymiskt er til allar aldursbólkar, bæði børn, vaksin og til tey meira tilkomnu, men vit vilja eisini ansa eftir, at tiltakið ikki verður so stórt, at vit missa tamarhaldið.
Tað sigur Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu. Nú bátafestivalur er á Toftum í dag, ið líka sum er endin á várdøgum, bjóðar borgarstjórin vegna kommununa øllum at vera hjartaliga vælkomin.
Borgarstjórin ásannar, at bátafestivalurin, sum er ársins fyrsta bátastevna, er sum ein ólavsøka í Nes kommunu, og hann heldur, at bæði várdagar og bátafestivalurin eru fantastisk tiltøk, sum savna fólkið í kommununi.
- Seinnu árini hava vit jú fingið eina rúgvu av nýggjum borgarum úr ymiskum heraðshornum, og eg haldi, at hesi tiltøk ikki minst hava stóran týdning fyri trivnaðin, samanhaldið í kommununi og millum fólkið.
Súni í Hjøllum ásannar, at bátafestivalurin á Toftum er sum ein lítil ólavsøka.
- Her koma nógvir bátar, og fólk úr øllum heraðshornum koma í bili, umframt alt bygdafólkið, sum er við og sum eru sera glað fyri hetta tiltak, sum er við til at seta kommununa á Føroyakortið.
Í eini 10 ár hevur Súni í Hjøllum havt eitt 8-mannafar úr glastrevju, sum er bygt í Bø, og hann ætlar sær at loysa bátin saman við familjuni og soleiðis eisini nøkrum abbabørnum.
- Vit plaga at vera við, tá bátafylgið fer at sigla úr Skálafirði og út á Toftir. Vit vóru við í fjør, tá vit løgdu upp í fylgið út fyri bygdini á Skála.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur familjuna við sær í bátinum.
- Hetta er ein lutfalsliga stuttur túrur, og tí hava vit einki serligt við okkum í bátinum – uttan okkurt, sum børnini kunnu hugna sær við.
Súni í Hjøllum vísir á, at tá veðrið er gott, er tað nakað heilt serligt at sigla henda túrin, og tað er hugnaligt at síggja bátafylgið nærkast Toftum, har skipað verður fyri innsigling og atløgu í Oyrahavnini.
##med2##
Navnið á 8-mannafarinum hjá borgarstjóranum, Hjøllubáturin, er bert hin seinasti av fleiri bátum við sama navni. Í sínari tíð róðu Súni, brøður hansara og pápin regluliga út, og teir førdu mangan góðan fongin til lands í fleiri ár.
Súni í Hjøllum ásannar, at nú eru túrarnir á floti alt ov fáir, og tað kennist, sum tíðin ikki ordiliga røkkur til.
- Tú noyðist at seta tær løtur av til tað, tú tímir væl og tað, sum kann vera ein avvekslingur til gerandisdagin. Tí havi eg sett mær fyri, at løturnar í bátinum skulu gerast nakrar fleiri í komandi tíð – serliga, tá teir góðu dagarnir eru.
Í 8-mannafarinum hevur Súni í Hjøllum línuspæl, og her eru eisini snellur.
- Mær dámar væl at flóta, og eg vóni, at eg fari at finna mær fleiri løtur í bátinum, enn tær hava verið seinnu árini, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, nú bátafestivalur er á Toftum í dag.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við Súna í Hjøllum.
##med3##












