Lunnar á TONIK við AI-framleiddum spæli

Lunnar vera við á TONIK, sum verður fríggjadagin 8. mai 2026, har vit fara at vísa eitt nýtt AI-spæl fram.

Spælið er serligt, tí allir lutir í spælinum eru gjørdir við hjálp frá AI. Tað merkir, at bæði tónleikur, myndir, forritan og annað tilfar í spælinum eru skapt við AI, sum er ein týðandi partur av arbeiðsgongdini í dag. Hetta er ein føroyskað útgáva av spælinum Bomberman

 

Í spælinum ber til at spæla ímóti hvørjum øðrum, og vit gleða okkum at lata fólk royna tað og síggja, hvussu AI kann brúkast á ein stuttligan, skapandi og praktiskan hátt.

 

Fyri okkum er hetta eitt gott dømi um, hvussu nýggj tøkni kann brúkast til at skapa nakað ítøkiligt, sum fólk kunnu uppliva og royna sjálvi.