“Der er telefon til Justinus!” ljóðar i einum lítlum holutum hátalara á vegginum. Vit skriva 12 september 1974. Eg eri staddur á loftshæddini á kollegiibygninginum Troja í Nr. Nissum Seminarieby í Vesturjútlandi, tætt við Lemvig og Struer, har vit 13 ungir mans búðu í hvør sínum kamari. Mynttelefonin var í kjallaranum og eg fór spentur niður at taka telefonina, eg elskaði, tá tað var telefon til mín, tað geri eg enn. Hevði verið niðri í tríggjar vikur, júst byrjaður í 1. HF og var ikki komin heilt yvir longsulin enn.
Soleiðis byrjar Jústinus Eidesgaard, journalistur, hugleiðing sína í Sosialinum hesaferð í sambandi við, at standmyndin »Vónarinnar ljós«, sum er til øll, sum syrgja, varð reist í Oyndarfirði sunnudagin. Systir Jústinus, Lív Eidesgaard, listarkvinna, hevur gjørt standmyndina.
Og tey bæði vóru sjálvi rakt av sorg, tá fimm ára gamli beiggi teirra doyði av druknivanlukku í Oyndarfirði.
Og Jústinus heldur fram:
Og so er tað mamma í telefonini og hon fortelur um vanlukkuna, sum hevði tikið okkara beiggja Sjúrð. Hann var deyður, druknaður og eg skuldi ongantíð síggja hann aftur á lívi.
Eg stóð sum stirdur, tankarnir fóru í gjøgnum høvdið við sjey míla ferð. Har var ongin reaktión av gráti, enntá eitt sindur spentur at fáa ein eykatúr heim, tí mamma vildi hava okkum heim til jarðarferð. Eg skuldi flúgva heim, tað hevði eg ikki roynt fyrr. Tankarnir rasaðu, men enn ikki eitt einasta tár.
Hann var ein ógvuliga fittur beiggi og hann átti fýra eldri systkin. Vit komu øll slag í slag frá 1956 og fram til 1961, eg sjálvur í 1957, tann 10. september. Í 1969 varð lítlibeiggin Sjúrður føddur, og tað er hann, sum liggur lík í seymikamarinum hjá okkum, og eg og elsta systir mín eru stødd í Danmark og skulu heim. Seinni í 1971 kom næst yngsti beiggin, Fróði, og í 1973 yngsti beiggin, sum varð uppkallaður eftir okkara deyða Sjúrði.
Lesið hugleiðingina hjá Jústinus í Sosialinum hesaferð. Blaðið fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo










