Beinta farin úr Tjóðveldi í Framsókn

Fyrrverandi tingkvinnan fyri Tjóðveldi, Beinta Løwe Jacobsen, stillar nú upp fyri Framsókn.

Journalisturin og fyrrverandi løgtingskvinnan Beinta Løwe stillar upp fyri Framsókn á Løgtingsvalinum.

Beinta gavst í politikki í 2022 og hevur síðan skrivað bøkur og verið politiskur viðmerkjari. Tað skrivar Framsókn á Facebook:

– Vit í Framsókn fegnast um, at Beinta vil taka lut saman við okkum og gleða okkum til at føra valstríð saman við einum mergjaðum hópi, ið vit kunngera í næstum.

Og Beinta sjálv sigur m.a. soleiðis: 

– Gerandisdagurin hjá húsarhaldinum, ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur, persónlgt frælsi og einar sjálvstøðugar Føroyar eru nøkur av aðalmálum mínum. 

Tí havi eg valt at stilla upp fyri Framsókn, sigur hon.