Benny Nielsen spældi gekk og ringdi inn úr Hoyvík og gjørdist sostatt 3.4 milliónir krónur ríkari. Hjarta hoppar øvugtan veg segði vinnarin glaður í Gekkinum og segði seg vera heilt málleysan.
Hetta er langt tann størsti gekkavinningurin, sum farin er. Sostatt er gekkafepurin, sum hevur herjað seinastu vikurnar, komin at enda fyri hesuferð.
Tillukku við vinninginum Benny Nielsen!