Ísrael skal hava dripið Hamas-leiðara

Keldur í familjuni hjá Raed Saed vátta yvirfyri tíðindastovuni AFP, at maðurin er dripin í Gazabýi í dag

 

Fýra fólk eru dripin í einum ísraelskum álopi í Gazageiranum, siga palestinsku heilsumyndugleikarnir í dag.

 

Á hinari síðuni sigur Ísrael, at álopið var vent móti einum Hamas-leiðara.

 

Sagt verður, at ein bilur í Gazabýi varð raktur í ísraelska álopinum í dag, og ísraelski herurin sigur, at ein Hamas-leiðari er dripin.

Sambært fleiri ísraelskum tíðindamiðlum var tað Raed Saed, sum var málið við ísraelska álopinum í dag.

 

Raed Saed verður lýstur sum ein av arkitektunum aftan fyri Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023.

 

Keldur í familjuni hjá Saed vátta yvirfyri tíðindastovuni AFP, at maðurin er dripin.

 

##med2##

 

Hamas sigur, at ísraelska álopið er brot á vápnahvíldina, sum kom í lag millum Ísrael og Hamas í oktober.

 

Á hinari síðuni hevur Ísrael eisini lagt Hamas undir at hava brotið vápnahvíldaravtaluna, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.

 

 

 


 

 

Raed Saed