Tað skrivar Beinir Bergsson, formaður, og Lena Reinert, næstforkvinna í Málráðnum, í viðmerking til lógaruppskotið um, at ávís arbeiði skulu kunna bjóðast út á øðrum máli enn føroyskum.
Tey skrivar soleiðis:
Tað eru 77 ár síðani, at hesin rættur hjá føroyskum varð staðfestur í grein 11 í heimastýrislógini, sum sigur, at “føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál”.
At krevja, at føroyskt verður brúkt í øllum viðurskiftum, er á ongan hátt tað sama sum at vera ímóti útlendskum málum, hvørki donskum, enskum ella nøkrum øðrum. Hetta er nevniliga als ikki eitt annaðhvørt-ella; hetta er eitt bæði-og, bæði føroyskt og útlendskt.
Lógaruppskotið og avleiðingarnar
Málráðið, sum hevur til endamáls at røkja, menna og verja føroyska málið, talar tí at, tá ið okkum í fjølmiðlunum gerst kunnugt, at Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur lagt uppskot fram um at broyta løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m., har broytingin hevur til endamáls, at útbjóðarar sleppa undan sjálvsagda kravinum um, at útbjóðingartilfarið skal skrivast á føroyskum máli.
Føroyskt yrkismál er ikki týdningarleyst smáputl. Um nakað, so eru yrkismál, við sínum tørvi á nýggjum orðum og orðingum, sum ofta veldur okkum málfólkum høvuðbrýggj, umboð fyri tað spilllivandi málið.
Í viðmerkingunum standa orsakir til uppskotið at vera, at núverandi lóg við kravinum um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum máli, í summum førum forðar fyri, at arbeiði kunnu bjóðast út aðrastaðni enn í Føroyum. Men føroyskt er eingin forðing! Tað er bara at umseta, og einki mark er fyri, hvussu nógv mál tað kann umsetast til.
Økismissur er ein veruligur vandi
Seinastu stórthundrað árini er nógv hent. Føroyskt hevur fingið sítt sjálvsagda pláss á nógvum týðandi økjum. Vit kunnu tó ikki leggja okkum upp afturá og halda, at “den hellige grav er velforvaret,” tí av og á henda samfelagsbroytingar, sum leggja føroyskt undir trýst.
Tað er neyðugt at tala at, tá ið vandi er á ferð. Tað er harmiligt, at eitt týðandi og stórt øki, sum byggivinnan er, verður eggjað til bara at nýta fremmandamál í útbjóðingartilfari. Hví ikki gera tað nógv greiðari, at tekstur á føroyskum als ikki er nøkur forðing fyri at hava onnur mál umframt?
Í viðmerkingunum til uppskotið er bara ein neilig avleiðing nevnd. Tað er avleiðingin, at føroyskar fyritøkur fáa meira kapping, nakað, sum onkur annars kundi sæð sum jaligt. Málráðið sær tó eisini økismissin, tað, at føroyskt missir eitt fakøki, sum ógviliga álvarsama og neiliga avleiðing.
Vit vita, at føroysk yrkismál eru undir trýsti. Vit vita eisini, at eitt lívført mál má vera virkið á øllum økjum, um tí framhaldandi skal verða lív lagað, tí hvørja ferð vit gevast at brúka og mýkja málið á einum øki, so er tað økismissur, sum illa er bøtandi.
Málráðið loyvir sær tí at heita á lóggávuvaldið um at taka uppskotið aftur og heldur ganga á odda og tryggja føroyskum bestu líkindi og styrkja yrkismál okkara.
Vegna Málráðið
Beinir Bergsson, formaður, og Lena Reinert, næstforkvinna











