Sum vit eisin umrøddu í blaðnum í gjár, so hevur ungi havnardrongurin Jónas Tór Næss tryggjað sær sáttmála sum yrkisleikari í danska felagnum Frem, sum eisini hevur landsliðsleikaran Jón Róa Jacobsen í hópinum.
Skaða í fótinum
Týskvøldið spældi Frem venjingardyst móti svenska liðnum við tí fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar so kenda navninum Landskrona. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, 0-0, og Jónas Tór Næss var einasti føroyingurin á liðnum hjá Frem í dystinum. Hann byrjaði á beinkinum, men var skiftur inn.
Jón Rói Jacobsen hevur ein skaða í fótinum, sum hann fekk, tí at hann sparkaði upp undir skógvarnar hjá einum liðfelaga undir venjing. Skaðin tykist tó ikki verða so álvarsamur, og væntandi verður hann klárur aftur í næstum.