Bilar á Debesartrøð í sambandi við kongsvitjan í 1969

Hendan myndin er tikin á Debesargøtu í 1969, tá kongurin, Frederik IX var her á vitjan

 

Bilar

Magnus Gunnarsson

???????????????????



Bilarnir fremst á myndini eru ein Rambler Classic hjá Martin Kristiansen, sum koyrdi í Auto, og ein Ford Taunus 17m frá bilstøðini Bil. Bilurin sum Frederik kongur er á veg yvir ímóti, er ein Toyota Crown hjá Gorm Simonsen. Maðurin við bilin er Martin Joensen, á Borg, sum koyrdi bilin. Bilarnir eru skrýddir við føroyskum og donskum fløggum. Leggið til merkis, at Hýruvognur stendur á bilunum.


Myndaeigari: Anna Joensen