Bill: Best at bíða við bankasøluni

Bill Justinussen vil ikki siga eins og Tórbjørn Jacobsen, at Bárður Nielsen lýgur, men hann heldur tað vera løgið, tá fíggjarmálaráðharrin ikki sigur seg vita, hvørji íløgufeløg, Fíggingargrunnurin hevur tosað við. Men hann váttar, at orðið “útvaldir” varð brúkt, tá tingfólk herfyri vórðu kunnað um einskiljingna av Føroya banka. Somuleiðis metir miðflokstingmaðurin, at helst hevði verið best at bíðað við at selt bankan

POLITIKKUR





Nógv kjak hevur verið seinastu tíðina, um ætlaða sølan av Føroya banka bert skal verða fyri tey fáu. Hetta afturvísir Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingarrgrunninum frá 1992, í tíðindaskrivi, har hann sigur, at einki hald er í tíðindunum, at fýra navngivin íløgufeløg hava fingið framíhjárættindi at keypa 28% av bankanum.
- Veruleikin er, at tílíkir fundir hava verið við fleiri føroyskar og útlendskar íleggjarar, og at nevndu
íleggjarar bara eru fýra av fleiri møguligum íleggjarum, sum fundast hevur verið við, sigur formaðurin í grunninum í tíðindaskrivinum. Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði við Sosialin í gjár, at talan var bert um ”følarar”, sum hevdu verið úti hjá hesum feløgum, men at eingin fekk framíhjárætt.

Brúktu orðið ”útvaldir”


Í Útvarpinum í gjárkvøldið tók Tórbjørn Jacobsen, tjóðveldistingmaður, so dýran til, at hann staðfesti at “Bárður Nielsen leyg”, tá hann ikki segði seg vita, hvat var farið fram á einum fundi, har kunnað varð um søluna, og at fýra íløgufeløg vóru nevnd sum møguligir keyparar.
Bill Justinussen, tingmaður Miðfloksins, hevur eisini funnist at søluni, men hann vil ikki beinleiðis stuðla Tórbjørn Jacobsen.
- Eg fari ikki at gera Tobbasa orð til míni. Eg sigi ikki, at Bárður Nielsen lýgur, tí eg veit ikki, hvat Bárður Nielsen hevur sæð og hoyrt, sigur Bill Justinussen, ið tó heldur tað vera løgið, at Bárður Nielsen á Tingsins røðarapalli ikki segði seg kenna nakað til, at fýra íløgufeløg vórðu vald út.
Bill Justinussen greiðir frá, at nøvnini á teimum fýra íløgufeløgunum, sum hava verið spurd, vórðu víst á power-point á tí kunnandi fundinum í Fíggjarmálaráðnum, og tí sigur hann seg duga at skilja, um onkur ikki fekk hetta við, tí talan var um drúgvan fund við nógvum upplýsingum.
Tó váttar Bill Justinussen, at orðið “útvaldir” var brúkt á fundinum um hesar íleggjarar, men leggur dent á, at misjavnt kann vera, hvussu hetta kann tulkast.
Spurdur, um tað var sagt, at hesi høvdu forkeypsrætt, sigur miðflokstingmaðurin:
- Hetta liggur á markinum. Hetta er pástandur móti pástandi, hvussu man uppfatar tað, sigur Bill Justinussen, ið leggur afturat, at hann metir, at talan kann vera um “favorablar” prísir, sum hann kallar tað, tá bara føroyskir íleggjarar skulu keypa 28% av bankanum.
- Sølan er ikki 100% frí, sigur Bill Justinussen, og sipar til, at útlendingar ikki kunnu bjóða upp á hesi 28 prosentini av bankanum.



Vandasker frammi við landi



Bill Justinussen ger vart við, at tingfólk ikki eru serfrøðingar á hesum økinum og at tað tí kann vera trupult hjá teimum at taka støðu til hetta málið. Tí saknar hann eisini, at tey hava møguleika at fáa serfrøðingar at sett kritiskar spurningar til málið. Somuleiðis metir hann, at støðan er nógv broytt, síðan Løgtingið samtykti at fara undir hesa gongdina.
Áttu vit so heldur at bíðað?
- Eg sigi sum Jógvan Ingvard Olsen einaferð segði: Nú er komið undir land, men tað eru har skerini eru. Nú skal góður loðsur til, og nú skal navigerast rætt.
Hvør skuldi so verið loðsur?
- Tað átti at verið onkur óheftur, sigur Bill Justinussen, ið metir, at ráðgevararnir hjá Fíggingargrunninum hava tveir “kaskettar”, sum hann málber seg, av tí teir fáa provisión av søluni. Hetta segði hann seg ikki vita av, tá han atkvøddi fyri einskiljingini í Løgtinginum.
Bill Justinussen viðgongur, at Miðflokkurin er rættiliga spjaddur í einskiljingini av Føroya banka. Hann sigur, at prinsipielt er flokkurin ímóti at selja bankan. Upprunaliga atkvøddi Jenis av Rana ímóti søluni, meðan Bill Justinussen atkvøddi fyri.
- Eg atkvøddi fyri av diplomatiskum orsøkum fyri at vera við og fáa ávirkan, sigur Bill Justinussen, ið væntar, at Karsen Hansen man vera fyri einskiljingini, av tí at hann setti hana í gongd sum fíggjarmálaráðharri fyri Tjóðveldisflokkin á sinni.


Bankin kanska meira verdur um tvey ár


Kennir tú teg villleiddan?
- Nei, men eg føli, at landsstýrismaðurin ikki hevur fult tamarhald á gongdini, sigur miðfloksmaðurin, ið heldur, at Føroya banki liggur í hondunum á nøkrum sølumonnum í Keypmannahavn, sum hann orðar seg.
Bill Justinussen sigur, at upprunaliga var hann fyri, at tann “ vanligi føroyingurin” skuldi kunna keypa bankan.
Hann væntar tó, at av tí at ávís íløgufeløg eru spurd, so koma hesi at ávirka prísleguna, og tí er ivasamt, um sum mest fæst fyri Føroya banka.
- Hví eru t.d. Eik ella Kaupthing ikki spurd?, spyr Bil Justinussen, og staðfestir, at fleiri onnur eiga pengar í Føroyum, enn júst tey fýra íløgufelagini, sum vit hava hoyrt, at Fíggingargrunnurin hevur sett seg í samband við.
Var tað skeivt at lodda dýpið hjá hesum feløgunum?
- Nei, tað veit eg ikki, men tað átti verið meira opið, so øll kundu verið við. Men eg kenni ikki so nógv til hasa verðina, sigur Bill Justinussen. Hann minnir á, at sambært seinastu ársfreiðingini hjá Føroya banka, so hevur bankin broytt strategi, og minnir ikki sørt um Eik, sum hevur spjatt váðan – serliga uttanlands.
- Hetta er gott grundarlag fyri at siga, at bankin átti at verið meira verdur um tvey ár, heldur Bill Justinussen.



FAKTA:

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur spurt hesi feløgini um møguligan áhuga í Føroya banka:

Tjaldur,
P/F 14
Lív
FT Holding



MYNDATEKSTUR

Tað er helst best at bíða við einskiljingini av Føroya banka, metir Bill Justinussen