Bill flytur Gud eitt pláss aftur

Í mong ár var Gud nummar eitt hjá Bill Just­in­us­sen í politikki. Akkurát sum hann eisini er hjá Jenis av Rana og øll­um hin­um sum halda, at Gud er yvir øllum í politikki, í øll­um før­um so leingi, tey heldur velja Mið­flokk­in, tí at fólk í tí flokkinum hava betri sam­band við Gud enn fólk í øðr­um flokk­um.

Men nú hevur Bill Justinussen broytt hugs­an. Síðani veljarin – sjálvandi við Guds vilja – vrak­aði Bill Justinussen á valinum 8. des­em­ber fyrraárið, er Bill Justinussen kom­in til ta sannføring, at hann heldur skal verð­a fólk­a­floksmaður nummar eitt. So nú kann hitt við Várharra í politikki koma í aðru røð. Og tá Gud hevur mist fyrsta pláss­ið hjá Bill Just­in­us­sen, so nýtist hann ikki longur at stuðla flokkinum, sum hev­ur vrak­að hann sum poli­t­ikara. Einasti møgu­leiki hjá Bill Just­in­us­sen at koma aft­ur á ting er, at Jen­is av Rana verður pen­sjón­erað­ur – tað vil siga, at Jenis av Rana ikki stillar upp aft­ur til næsta val. Eitt lyfti, sum Jenis eftir øll­um at døma ikki hevur giv­ið Bill, sum tí flyt­ur Gud eitt pláss aftur í rekkj­una – og vel­ur politiska ávirkan ella kanska sjálvan seg framum.

 

Hjá Miðflokkinum hava Jenis og Bill al­tíð sagt, at Gud er yvir øllum. Gud er tað ein­asta ord­i­liga málið hjá flokkinum. Alt hitt, sum snýr seg um sm­á­baga­tell­ir sum vinstra og høgra í politikki, tað hevur ong­an týdn­ing, tí tað »yvriskipaða málið er so nógv størri«. Tað »yvirskipaða málið« er, at menn­inir í Miðflokkinum eru meira knýttir at Gudi, enn fólk í øðrum flokkum, og at teir seta Gud hægri, enn fólk í øðrum flokkum. Tað at seta Gud ovast hev­ur verið so stórt í Mið­flokk­i­num, at Jenis av Rana, sum er upp­vaksin í einum javnaðarheimi í Trong­is­vági, kann í 30 ár meina tað sama sum ein sum Bill, sum í veruleikanum er ein fólka­floks­mað­ur. Tí tað er trúgvin á Gud, sum held­ur øllum saman.

 

Men so kemur ein ungur maður norðuri í Sund­um inn á pallin. Sum miðfloksmaður set­ir hann helst Gud fram um politikk og mamm­on, men í øllum førum, so hevur hann út­konk­ur­r­er­að Bill Just­in­us­sen, so tað stend­ur eftirá.

 

Bill sær sær eingi onn­ur ráð enn at flyta Gud eitt pláss aftur á pol­it­isku vág­skál­ini – og mamm­on ella valds­tekki ella bara tað at sóla sær sum fólks­ins umboð – frammum. Hann kem­ur knapp­liga – nú hann er vrak­að­ur sum ting­mað­ur – í tank­ar um, at hann í veru­­leik­­a­num er fólka­­floks­­mað­ur.

 

Til høgru fyri Jenis og om­an fyri Gud.