Bilur út av vegnum í Nesvík

Tað var sera hált í Nesvík í gjár, og ein bilur endaði í ánni

Ein bilur endaði í gjár í ánni í Nesvík. Tað var ein bilur, sum var á veg oman til leguhúsið í Nesvík.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tað var sera hált, og at bilførarin royndi sítt besta, men har var einki at gera. Vegurin av landsvegnum oman til leguhúsið var so hálur, at bilføarin var harraleysur í støðuni, bilurin endaði í ánni, sum rennur fram við omankoyringni.

Bilurin fekk stóran skaða, og fólkini í bilinum vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, men tey hava tað øll gott, sigur vaktleiðarin á politistøðini.