Tað er nógvur føroyskur larmur í høllini, og samstundis sita vit øll, sum vit eru sligin á nevið. Portugisisku dómararnir hava bríksla fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki, og máltalvan vísir 12-19.
Føroyar eru frammanfyri við sjey málum ímóti Montenegro.
Nú er setningurin hjá venjaranum og hansara monnum at prenta inn í høvdið á føroysku spælarunum, at hundurin er bara hálvbardur, og at tað nú snýr seg um at hava fokus á seinna hálva tímanum, tá ið móstøðumenninir fara at leggja alt fyri, so tað kann sleppast undir eyðmýkingini at tapa ímóti Føroyum.
Føroyska avrikið í fyrra hálvleiki hevur verið heilt framúr – bæði í álopi og verju. Verjuskansin hevur verið sera eyðsýndur, og í málinum er bjargingarprosentið hjá Paula Jacobsen 42 prosent.
Fríggjakvøldið ímóti Sveis skoraði Hákun West av Teigum einki mál. Í kvøld hevur hann verið framúr væl upplagdur, og hann hevur skorað seks mál. Stóri arkitekturin i álopsspælinum higartil hevur verið Óli Mittún. Hann hevur sjálvur skorað fimm mál, og hann hevur lagt upp til fleiri av hinum málunum.
Hini føroysku málini: Leigur Mortensen 2, Elias Ellefsen á Skipagøtu 2, Teis Horn Rasmussen 2, Vilhelm Poulsen 1 og Ísak Vedelsbøl 1











