Hóast eingin skipan er, har tingfólk kunnu »cleara« hvønn annan, so er tað vanligt, at tey gera slíkar tænastur, tá eitt tingfólk hevur forfall.
Tað sigur Bjarni Djurholm, sum staðiliga vísir á, at hann var ímóti uppskotinum um at skerja fiskidagarnar, og at hann var á tingfundi, tá málið var fyri í gjár.
Men hann og Katrin Dahl Jakobsen hava fyri fleiri vikum síðani avtalað, at hann ikki skuldi atkvøða, tí hon for at vera burturstødd. Hon er á fundi fyri løgtingið í Norðurlandaráðnum.
Trupulleikin hjá Katrin Dahl Jakobsen er tó tann, at hon fær ikki farloyvi frá Løgtinginum við løn at fara á fund í Norðurlandaráðnum. Skal hon hava eitt varafólk at møta fyri seg, so missir hon tríggju dagslønir, tað eru einar 11.000 krónur.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, segði við Sosialin, at hann veit einki um nakra clearingskipan millum tingfólk, og at ongar slíkar reglur eru galdandi. Spyrt tú tingfólk, so siga tey tað sama, at eingin slík skipan er, men tey nýta hana so kortini.
Tað stutta av tí langa er soleiðis tað, at Bjarni Djurholm sambært avtalu lat vera við at atkvøða, soleiðis at býtið millum ja og nei varð tað sama, sum tað hevði verið, um Katrin Dahl Jakobsen var á tingi.
Hendan tænastan, sum Bjarni Djurholm gjørdi Katrini Dahl Jakobsen, spardi henni 11.000 krónur.
Men avtalan var bara galdnandi fyri tingfundin í gjár. Tá málið kemur til triðju viðgerð í morgin, fer Bjarni Djurholm at atkvøða ímóti.
So er spurnigurin, um Katrin Dahl Jakobsen verður heima aftur, ella um hon má býta grasið og kalla varafólk at møta fyri seg.