Bjartalíð bestur í august

Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í august mánað skuldi veljast. Nummar tvey gjørdist Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi endaðu tveir Víkingar

Jóannes Bjartalíð, saman við ommu síni, Rúnu Frimansdóttir, ið uttan iva telist millum størstu fjeppararnar hjá KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar

Jóannes Bjartalíð úr KÍ fekk flestar atkvøður, tá besti spælari í august mánað skuldi veljast. Nummar tvey gjørdist Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi endaðu tveir Víkingar.

 

– Takk fyri tað! Tað var slett ikki so galið. Nú hevur Sølvi Vatnhamar mestsum tikið ognarrætt upp á hatta, so tíð upp á at onkur roynir at geva honum kapping. Men hann hevur eisini verið góður, og er tað framvegis, so einki løgið í tí.

 

Soleiðis sigur Jóannes Bjartalíð úr KÍ – við einum skálkasmíli – tá honum verður ynskt tillukku, og hann samstundis verður kunnaður um, at hann er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í august mánað.

 

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og onnur, ið fylgja væl við hvat fyriferst í fremstu deildini, ið atkvøða.

 

Tá talt varð saman, hevði Jóannes Bjartalíð fingið 8 av 10 møguligum atkvøðum. Honum á baki kom Pætur Petersen úr HB, og á einum deildum 3. plássi komu Martin Klein Joensen og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi.

 

– Vit ætla okkum FM, eingin ivi um tað, og tað sær eisini gott út í løtuni. Men einki er avgjørt, og enn er langur vegur eftir á mál, sigur Jóannes Bjartalíð við heimasíðuna hjá FSF.

 

Fyri heiðurin fekk Jóannes Bjartalíð eitt gávubræv upp á 1.500 krónur frá EFFO, og eina glasstandmynd, ið er latin av Betri. Tað var omma Jóannes, Rúna Frimansdóttir, ið stóð fyri handanini.

 

Jóannes Bjartalíð, saman við ommu síni, Rúnu Frimansdóttir, ið uttan iva telist millum størstu fjeppararnar hjá KÍ - Mynd: Bjarni Enghamar