Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at USA hevur framt eitt álop í syðra parti av Karibia.
Hann sigur, at lopið varð á eitt skip, sum kom úr Venesuela og sum var lastað við narkotika.
Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í dag segði Donald Trump, at skipið hevði stórar nøgdir av narkotika í lastini.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, váttar eisini amerikanska álopið.
- Amerikanski herurin framdi eitt deyðiligt álop í syðra parti av Karibia móti einum narkoskipi.
Marco Rubio legði aftrat, at tað var ein útnevndur yvirgangsfelagsskapur, ið stóð aftanfyri skipið, sum amerikanski herurin leyp á.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.