Premier League brúkti meira pening enn hinar topp-4 ligurnar

Seria A, Bundesligan, Ligue 1 og La Liga brúktu samanlagt minni pening enn Premier League upp á spælarakeyp

Mynd: Ritzau Scanpix

Liverpool "sprongdi" bankan' seinasta dagin í flytingarvindeyganum.

 

Mánakvøldið legði felagið fram keypið av svenska Newcastle-leikaranum Alexander Isak í einum sáttmála, sum sambært Sky Sports og BBC er tann størsti í bretskari fótbóltssøgu.

 

Teir báðir miðlarnir skriva, at Liverpool skal gjalda 125 milliónir pund fyri Isak. Tað svarar til 1,1 milliard danskar krónur.

 

Prísurin slær fyrrverandi stórar avtalur sum Moisés Caicedo til Chelsea úr Brighton í 2023 og Florian Wirtz úr Bayer Leverkusen til Liverpool fyrr í summar.

 

Nú flytingarvindeygað er stongt ber til at staðfesta, at Premier League hevur brúkt meira pening upp á spælarakeyp enn hinar fýra stóru ligurnar í Evropa hava brúkt samanlagt.

 

Telur ein upphæddirnar saman, ið feløgini í Seriu A, Bundesliguni, Ligue 1 og La Liga hava brúkt upp á spælarakeyp, so er tað samlað minni enn samlaða upphæddin í Premier League.

 

Her sæst í evrum hvussu nógvan pening topp-5 ligurnar í Evropa hava brúkt upp á spælarakeyp. Ein evra er 7,46 krónur í okkara peningi:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix