Tað var av røttum eitt VIP flogfar, ið lendi í Vágum seinnapartin. Naser Khader og føroyski bólkurin 200, Guðrun og Guðrun og so sjálvandi countrylegandan Kris Kristoffersson. Og hóast fylgið av verndarmonnum var til staðar í samband við nøkur av nevndu nøvnum, so svaraði Kris fryntliga spurningum, tá hann kom í Vága Floghavn.
So ymisk og tó, nevndi M.C. Restorff einaferð eina útgávu. Og hesi orð kunnu nýtast í samband við flogfarið, sum lendi í Vágum seinnapartin. Tað var so ymiskt, hvørjum bíðað varð eftir; Khader ella vinum ella familju. Ella Kris!
Eitt hitt størsta navnið við flogfarinum var tó í hugaheiminum hjá mongum Kris Kristoffersson. Ein hetja innan film og countrytónleik.
Kris svaraði fryntliga teim spurningum, ið stundir vóru at seta honum, innan hann fór við føroyska móttøkufylginum av fyrireikarum.
Veðrið var av tí fagrasta í dag og hann segði seg fegnast um at koma til Føroya og um konsertina í annaðkvøld var at siga, at tað verða tey góðu og gomlu løgini, ið verða at hoyra.