Tað var Martin Dam Jacobsen í Havn, sum í 1969 fekk umboðið fyri týsku BMW bilarnar ? sum tann fyrsti í Føroyum.
Vegna bygnaðarbroytingar millum BMW og Honda í Danmark, læt Norðbil BMW-umboðið frá sær í 1989, tá Bilfríðkan við Ludvík Petersen tók yvir.
Nú hevur Ludvík Petersen valt at selja umboðið aftur ? eisini Fiat-umboðið, sum hann tók við eftir Frits Jensen.
Hóast tað er Norðbil, sum eigur meginpartin ? 70% av nýggja felagnum, Nordcar, so er ikki ætlanin at leggja feløgini saman. Nordcar leigar hølini sum Bilfríðkan eigur við Velbastaðvegin, og har verður felagið næstu árini.
Ætlanir eru um at byggja ein bilterminal við Oyggjarvegin oman fyri Norðbil, har BMW, Fiat, Honda, Huyndai og Skoda skulu hýsast undir einum taki, men í hvør sínari deild. Tað er vorðið alt meira vanligt aðrastaðni, at bygdir verða slíkir bilterminalar, ið hýsa fleiri bilmerkjum ? men í hvør sínari deild.
Tað er Jens Petur Jensen, sum er stjóri í Nordcar. Hann eigur 20% av partapeninginum, og Jákup Klein Olsen, sum hevur starvast sum goymsluleiðari hjá Bilfríðkuni seinastu 13 árini, eigur 10% av partapeninginum.
Nýggju eigararnir leggja dent á, at allir teir gomlu kundarnir skulu kenna seg væl, eins og at allir nýggir kundar skulu verða hjartaliga vælkomnir. Ongar broytingar eru í starvsfólkaviðurskiftunum ? uttan tann, at stjóri nú er Jens Petur Jensen.
Aron Justinussen heldur fram sum verkførari og Sofus Lognberg á plátuverkstaðnum.
? Tað eru gjørdar stórar íløgur í amboð til bæði merkini hjá okkum, eitt nú eru nýggir testarar keyptir. Vit leggja stóran dent á at verða dagførdir ? og tað var sjálvandi eisini eitt krav niðrifrá, tá vit tóku yvir umboðini, sigur Jens Petur Jensen.
Fyrstu Fiatbilarnar hjá Nordcar komu í síðstu viku, og í næstu viku kemur øll BMW-serian ? ella átta bilar, teirra millum ein sera spennandi BMW X5 við allari útgerð.