Tað skrivar felagið á X.
Christian Eriksen small brádliga um mitt í seinna hálvleiki í venjingardystinum í Odense. Hann fekk skjótt læknahjálp og kundi seinni sjálvur ganga til sjúkrabilin.
– Sambært DBU er Christian við vit og hevur tað gott eftir umstøðunum. Hann er fluttur á Odense Universitetshospital til nærri kanningar, skrivar Wolfsburg.
Felagið leggur afturat, at tað hevur tætt samband við DBU og fylgir gongdini neyvt.
Eisini enska felagið Tottenham, har Eriksen spældi frá 2013 til 2020, hevur sent heilsanir til fyrrverandi spælaran.
– Tankar okkara eru hjá Christian og familju hansara. Vit ynskja tær skjótan og góðan bata, skrivar Tottenham.
Tað eru nærum júst fimm ár síðani, at Eriksen fekk hjartasteðg undir EM-dystinum móti Finnlandi í Parkini. Síðani fekk hann innsettan hjartastartara.
Landsliðslæknin Morten Boesen hevur upplýst, at hjartastartarin í kvøld gav ein stoyt, soleiðis sum hann skuldi, tá Eriksen gjørdist illa fyri.
/Ritzau/











