Í fjør fekk Jógvan Skorheim eina umbøn frá japanska býnum Taiji, um at gerast vinarbýur. Jógvan Skorheim segði fyrst við in.fo, at hann ongar ætlanir hevði um at ganga umbønini á møti, men tveir mánaðir seinni samtykti býráðið kortini at takka ja.
Seinni í januar kemur borgarstjórin í Taiji, Kazutaka Sangen, til Klaksvíkar at undirskriva vinabýaavtaluna.
- Tað var ein forvitnisligur og forkunnugur fyrispurningur at fáa, og í Býráðnum eru vit øll samd um, at møguleikin fyri at knýta samband við ein bý í Japan, sum jú er av heimsins allarstørstu fiskamarknaðum, er ein góður møguleiki til frama fyri Klaksvík sum fiskivinnubý og Føroyar sum heild, sigur Jógvan Skorheim.
Ferðalagið úr Japan kemur til Klaksvíkar í næstu viku.
Les eisini tiltikin býur í Japan vil knýta bond við Klaksvík