Karl Johansen, borgarstjóri, vísti Stine Egede runt á messuni, og síðan varð skipað fyri einum fundi á loftinum í KÍ høllini. Greitt varð frá ymiskum viðurskiftum í Klaksvíkar kommunu. Theresa Turidardóttir Kreutzmann, leiðari á Visit Norðoy, luttók eisini. Hon greiddi frá ferðavinnuni í Norðoyggjum. Umrøtt varð, hvussu meira kann fáast burturúr ferðavinnu við ferðamannaskipum. Borgarstjórin í Kujalleq greiddi frá, at tey hava vitjan av umleið 40 ferðamannaskipum árliga.
##med2##