Pretty Maids, Basehunter og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum sum t.d. Týr, Byrta, Swangah, Frændur, Hjarnar og fleiri onnur fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 25. juli frá kl. 16 til 03, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri aðru ferð skipar fyri Tórsfest.
Tórsfest var hildið fyri fyrstu ferð í fjør, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn.
Og leygarkvøldið fyri ólavsøku verður so gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá bæði útlendsk og føroysk nøvn fara á pallin í Havnini, ið verður settur upp niðast í Gongugøtuni.
Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í gongugøtuni í Havn beint fyri ólavsøku.
Forsølan er nú byrjað og atgongumerki fáast til keyps á www.ebillett.fo og í Kunningarstovuni í Havn.