Bótin skal verða tríggjar ferðir so stór

Tey skulu revsast hart, sum tosa í handhildnari fartelefon ímeðan tey koyra bil

Revsingin fyri at  tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, er alt ov lág.

 

Tað heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Nú Løgtingið viðgerð fleiri broytingar í ferðslulógini, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini mælt til, at revsingin fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, verður munandi herd.

 

Í løtuni er einasta revsingin fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan ein koyrir bil, ein bót á kr. 500.

 

-Ráðið mælir til, at hendan sekt verður hækkað úr 500 upp í 1500 krónur, fyri at fáa fleiri at lata vera at brúka handhildna fartelefon í ferðlsuni, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í einum tilmælið til Løgtingið.

 

Ráðið sigur, at orsøkin til hetta tilmælið er, at útlendskar kanningar vísa, at gáloysni er orsøkin til 1/3 av ferðsluvanlukkum.

 

Harumframt vísir ein føroysk gallupkanning, ið Ráðið gjørdi í 2012, at meiri enn helvtin av føroyingum, ella 51 prosent, soga, at teir tosa javnan í handhildnari fartelefon, meðan teir koyra bil.

 

Samstundis sigur næstan fjórðihvør føroyingur, ella heili 24 prosent, at teir javnan brúka fartelefonina at skriva og lesa sms, meðan teir koyra bil.