Fuglfirðingar komu eitt sindur afturíaftur seinasta vikuskiftið, tá teir vunnu á Toftum, og í morgin skulu teir royna at fáa hevnd fyri 6-0 tapi móti B71 fyrr í ár.
Sandingar vilja ikki tosa um nakran lagnudyst, meðan teir í Fuglafirði siga seg als ikki hava ráð at spæla javnleik. Í løtuni er B71 eitt stig frammanfyri ÍF, og tí kunnu teir betur spæla javnleik, men tað eru framvegis tríggir dystir eftir hendan dystin at spæla, og tí fellur eingin avgerð í morgin.
B71 manglar sterka verjuspælaran Páll á Reynatúgvu. Hann hevur leikbann. Tað hevur Mourits Viderø, sum als ikki var á vøllinum seinasta vikuskifti, eisini. Hann fekk reytt kort eftir dystin móti B36 seinast.
Tað er meira ein møguleiki at loysa trupulleikan, nú aftasti maður hjá B71 manglar. Spælandi venjarin Ivan Hristov hevur áður spælt aftastur, og Ib Mohr Olsen hevur eisini royndir á hesum plássi.
Í Fuglafirði hendir altíð nógv við spælarum, liðið hevur havt nóg mikið av skæðum og leikbannum í ár, og aftur hesaferð eru onkur ivamál. Miðvallarin Rógvi Larsen hevur skaða í rygginum, men roknað verður við, at hann fer at spæla í morgin.
Robert Cieslewicz, sum hevði leikbann seinast, er tøkur aftur. Bárður á Lakjuni gjørdi tað gott sum áleypari seinast, og hóast hann ikki er í fullgóðari venjing, verður hann við móti B71. Hvørki Ken Bærentsen ella Eyðun Samuelsen, sum hava spælt í álopinum eru heilt frískir enn.
Nógvir á markinum
Sumbingar hava fingið nógv kort í ár, men til dystin móti GÍ í morgin hava teir allar mans tøkar. Hinvegin hava gøtumenn eitt leikbann. Tað er miðvallarin Pauli Jarnskor, sum ikki sleppur á vøllin hetta vikuskiftið. Í staðin fyri hann fer GÍ-venjarin Johan Nielsen helst at lata Leiv Hansen spæla.
Álopsmaðurin Alexander Radosavljevic hevur vant nógv einsamallur í vikuni, men hann er klárur at spæla.
Hjá GÍ er tað ein vansi í, at nógvir av stuðulsspælarunum hava tvey gul kort. Fáa teir kort í Sumba, hava teir leikbann í toppdystinum móti B36 næsta vikuskifti. Millum spælararnar eru Magni Jarnskor, Súni Olsen, Sámal Joensen, Rúni Justinussen og Bartal Eliasen.
Sumba hevur alt sítt fólk klárt til dystin í morgin, og teir síggja sjálvir møguleikan í at fáa stig burtur úr dystinum móti GÍ. Seinasta vikuskifti fek Sumba gott úrslit í Havn, hóast teir hildu seg verða snýttar fyri sigurin í evstu løtu.