Botnurin hevur tað ikki gott

Bæði á Argjum og millum meist­arar­nar í Sundalagnum eru tað fleiri, sum orsaka av skaðum ikki eru førir fyri at spæla

Tað er ikki væl vorðið á Argjum. Stigaposin er fram­vegis skralltómur, og tað er framvegis saknur í fleiri av teimum, sum vóru ætlaðir at eiga týdningarmiklan leiklut í royndini at halda tørn um plássið í bestu deildini.
Tá ið AB í 2010 royndi seg í fremstu røð, var samlaða úrtøkan 10. plássið og 14 stig eftir tveir sigrar og átta javn­leikir. Tá var úrtøkan eftir fimm umfør tvey stig. Nú bíða argjamenn eftir NSÍ. Fyri trimum árum síðani vann AB eitt stig burturúr trim­um uppgerðum ímóti NSÍ.
Hjá NSÍ er vongverjin Einar Tróndargjógv leik­bann­aður eftir reyða kortið í steypa­dystinum ímóti TB.
Arnbjørn Hansen og Brian Olsen eru langtíðarskaddir hjá illa sperda EB/Streymi, sum fær vitjan av TB. Í triva­liga steypasigrinum ímóti Giza/Hoyvík fyri viku síð­ani var Marni Djurhuus ikki við, og vøddaskaðin er so mikið álvarssamur, at álitis­mað­urin í verjuni heldur ikki verður við ímóti TB. Gunnar Zachariasen fer at loysa Arnbjørn Hansen av í fremstu ódnini.
Á Tvøroyri er fótbóltslagið gott. Ikki minst eftir at tað miku­kvøldið eydnaðist næst­besta liðnum at vinna 4-3 í Vági. Í bestu deildini er TB tríggjar tær seinastu ferð­ir­nar farið av vøllinum við úr­tøku. Ein av ungu monn­unum, Ragnar Tausen, skor­aði hattrikk í Vági, áðr­enn hann í 78. minutti varð borin av vøllinum og end­aði á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Tíbetur vístu røntgen­mynd­ir­nar at einki var brotið. Í gjár var ikki greitt, um Ragnar verður førur fyri at spæla í Streymnesi sunnudagin.
Í B36 leguni er skaðastøðan framvegis vánalig. Høgni Eysturoy er tøkur aftur, men tað er steingur oman á byrðu, at Súni Olsen nú er leik­bann­aður. Ungu menninir vístu miku­kvøldið á Skála, at tað eru knotur í teimum.
Hjá 07 Vestur er mið­vall­arin Evrard Blé tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðir­nar hevur verið leikbannaður. Tvær tær seinstu ferðirnar hev­ur 07 Vestur megnað javn­leik ímóti NSÍ og HB. Tað ber sjálvsálit við sær, sum ikki verður skalað, hóast 07 Vestur sunnudagin tapti steypa­dystin á Skála.