Oljufeløg og skrivstova
Nógv skal gerast við bygningin, áðrenn BP-fólkini kunnu flyta inn. Men tað hevur skund, tí oljufelagið skal til at bora sín fyrsta brunn longu í juli í ár. Báðar hæddirnar verða innrættaðar heilt av nýggum til skrivstovur og til størri arbeiðshøli eitt nú hjá tí stóra boribólkinum, sum skjótt kemur til Føroyar at taka sær av boringini.
Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP Føroyar sigur, at teir við hesum nýggja leigumálinum fáa góðar 400 fermetrar at ráða yvir. Í løtuni leigar BP á Skansavegi 1 og skilst, at felagið enn ikki hevur tikið endaliga støðu til ta leigumálið. Fyribils koma teir so at verða á báðum støðum.
Umbyggingin fer at kostar millum 1 og 2 mill. kr. og skal verða liðug í mai-juni.
Mynd
Her úr 2. og 3. hædd í bygninginum Yviri við Strond 3 fer staburin hjá BP at húsast, nú farið verður undir at bora fyrsta brunnin á landgrunninum. Boringin ferð at verða stýrd higani. Mynd Jan Müller