BP tilreiðar at bora í vetur eisini

Helst fær oljufelagið BP ikki pallin til at bora Williambrunnin fyrr enn seint í heyst ella tíðliga í vetur, men hetta broytir ikki ætlaninar hjá BP at bora á landgrunninum.

-Vit eru eisini tilreiðar at bora í vetur, um so er, at vit ikki fáa boripallin fyrr enn tá. Hetta sigur Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP. Ætlanin var at bora Williambrunnin í summar. Herfyri segði hann við Sosialin, at boringin er útsett til at byrja í september. Men eftir tí Portalurin veit, so verður pallurin neyvan klárur fyrr enn í oktober ella november. Transocean Rather, sum hevur borað eystan fyri markið í gott og væl eitt hálvt ár fyri Chevron, er komin gott og væl í helvt við síni sera umfatandi boriætlan á Rosebankleiðini. Henda ætlan fevnir um tríggjar avmarkingar- og metingarbrunnar. Í løtuni verður næsti brunnurin boraður og nú um dagarnar varð hann testaður bert 8 fjórðingar frá markinum. Hetta kundi bent á, at tað ganga ikki nógvar vikur aftrat til hesin brunnurin er liðugt boraður og so verður farið undir at bora triðja og seinasta brunnin. Tað fara so helst at ganga einir tveir mánaðir at bora hann vita vit av royndum, so vit eru í oktober ella november, tá pallurin setir kós inn á føroyskt øki, móti Williamøkinum nakað syðri og vestari. ??Hjarnar Djurhuus sigur, at hóast gitingar hava verið frammi um, at BP neyvan fór undir at bora á vetrartíð undir Føroyum, og tí helst útseta boringina til í næsta ár, so er avgerð tikin um at borast skal í ár, eisini um tað verður vetur. BP hevur sett sær fyri at halda tíðarætlanina, soleiðis at borurin verður settur í í hesum árinum. Tað mesta er eisini komið uppá pláss.